Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Alex Sólstein: Minnisbrot

Jóhann Lützen

Á myndini sæst stóri garðurin kring skúlan, annars eru sera fá sethús at síggja, norðanfyri sæst kirkjan og í ein landnyrðing eru húsini á Prestvegi, sum vit kalla í dag, stóru húsini hjá Óla á Eiðinum, sum fórst við Fossanesi í 1938.

 

(grein úr blaðnum)

Hin 9. Apríl 1940 var Danmark hersett av týskarum, soleiðis var sambandið millum Føroyar og Danmark slitið. 

Fáar dagar seinri komu bretar higar og hersettu landið. Fyrstu bretarnir, sum komu, vóru skotar. Teir vóru fluttir runt oyggjarnar og teir fyrstu mundu koma til Klaksvíkar einaferð í apríl mánaða. Teir fingu hølir í hjallaranum á nýbygdu fimleikarhøllini, so alt økið oman fyri skúlagarðin gjørdist hernaðarligt øki. 

Hetta hevði við sær, at tá vit næmingar skuldu niðan í fimleikarhøllina til okkara fimleikaundirvísing, plagdu vit at fara ígjøgnum portrið til fimleikarhøllina oman fyri skúlan, men nú var portrið stongt. Hernaðarlig vakt stóð eisini við portrið. 

Áðrenn vit nú kundu sleppa niðan til fimleikatíman, mátti lærarin vísa atgonguváttan. 

Hvussu leingi teir bert høvdu fimleikarkjallaraan at búgva í minnist eg ikki, men seinni var stór barak bygd oman fyri fimleikarhøllina.

Vit merktu annars ikki nógv til soldatarnar. Men barakkir vóru bygdar bæði á Selheyggi og oman fyri Helnabrekku.

Sunnan fyri fimleikahøllina var eitt maskinbyrsu reiður. Har plagdu teir at venja og skjóta niðan móti Kjølinum. 

Hans Dávid Petersen hevði fimleik í millumskúlanum og aftan á kríggið í 1948 fór hann við Polarfarinum, sum ferðamaður niður til Aberdeen at selja (fisk). Meðan teir vóru har, fóru teir ein túr at spáka ígjøgnum býin og komu fram at einum manni, sum var í ferð við at skifta hjól á einum bili. Tá teir komu framvið, hugdi hann upp og heilsaði og segði við Hans Dávid “I have seen you before”. Hans Dávid svarar aftur “Tað kann neyvan passa. Hetta er fyrstu ferð eg eri her í Aberdeen”. “Jú, sigur hin, tað var í Klaksvík. Eg var soldatur har og stóð vakt við portrið, tá tit skuldu niðan í “Sportshall” og har minnist eg tygum, sum lærara við næmingunum”. 

So við hvørt er verðin lítil. Hugnaligt minni frá eini fornari tíð. 


Datt nú ein dagin niður á eina mynd av skúlanum frá 1924. Hetta var avloysari fyri skúlan uppi á Heygum frá 1895. Hetta er stórur bygningur við 4 skúlastovum, í niðaru hædd við trimum kvistum í loftshæddini.

Á myndini sæst stóri garðurin kring skúlan, annars eru sera fá sethús at síggja, norðanfyri sæst kirkjan og í ein landnyrðing eru húsini á Prestvegi, sum vit kalla í dag, stóru húsini hjá Óla á Eiðinum, sum fórst við Fossanesi í 1938.

Á myndini er prestagarðurin frá 1931. Annars er ógvuliga tómt framman fyri skúlan, tó sæst transformatortornið, sum stendur niðri við Ósánna. Tornið er bygt í 1930 og har er enn transformatortorn. Eini hús standa oman fyri skúlan, tað er møguliga húsini hjá Sámal Júst á Gerareiði. 

Skúlabygningurin við skúlagarði fyllur stóran part av myndini, og er helst størsti skúlabygningur í landinum tá, men hann helt ikki leingi hesa útsjóndina, tí longu í tríatiárunum fóru menn í holt við at stovna ein millum og realskúla í Klaksvík, sum byrjaði í 1935/36. Tá vóru kvistarnir tiknir burtur og ein heil hædd við 4 skúlastovum bygd omaná. Lærarastova var eisini har. Í kjallaranum varð skúlastova gjørd til evna- og alisfrøði.

Í dag er kirkjan burtur, men kirkjugarðurin er har. Annars er alt tað tóma økið vit síggja á myndini framman fyri skúlan ábygt í dag, eisini økið aftan fyri skúlan.