Júst nú kom Bragd aftur av útróðri í dag. Oddmar Niclasen, skipari á Bragd sigur, at teir hava 11.000 pund í dag og harav góð 7.000 pund av toski. Í gjár høvdu vit 10.000 pund. Í gjár vóru vit norðanfyri, men tað var ikki veður at fara norður um í dag, so vit valdu at fara út á bleyta botnin sunnanfyri. Vit vóru einar 9 fjórðingar eystur úr Mjóvanesi. Tú kanst gott leggja afturat, sigur Oddmar, at alifóður var í einum toski har vit kannaðu magan.




