Tá álitið er, sum tað nú er millum samgongupartarnar, og støðan er, sum hon er blivin í dag, so eri ikki annað at gera enn at útskriva nýval, sigur Ingilín Didriksen Strøm.
Ingilín D. Strøm vil ikki siga, at talan er um ein sigur fyri reyða partin av samgonguni, men hon sigur, at tá Javnaðarflokkurin ikki fær gjøgnumført síni stórmál, herundir størsta vallyftið um stytta arbeiðsviku, so má man bara siga, at álitið ”smuldrar”, sum hon orðar tað.




