Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Álitisváttan til samgonguna

John William Joensen

Hóast andstøðan hevur lagt stóra orku í at seta verandi samgonguflokkar undir ringt ljós millum veljararnar, so vísir nýggjasta veljarakanningin, at samgonguflokkarnir høvdu varðveitt ein sterkan meiriluta á tingi, um val var nú.

Um løgtingsval hevði verið nú, so hevði býtið millum samgongu og andstøðu í løgtinginum verið óbroytt. Tað vísir ein veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Tjóðveldisflokkin. Einasta broytingin hevði sambært kanningini verið, at Tjóðveldisflokkurin hevði vunnið ein tingmann frá Sjálvstýrisflokkinum.
Úrslitið hevði sostatt verið 21 tinglimir til samgonguna og bert 11 til andstøðuna (tað sama sum nú).

Hetta er neyvan tað úrslitið, sum Tjóðveldisflokkurin hevði vónað at sæð, tá flokkurin bílegði kanningina. Men Tjóðveldisflokkinum so líkt, so verður úrslitið kortini blást upp í fjølmiðlunum sum ein stórsigur.

Aðrir spurningar
Umframt spurningin um hvønn flokk fólk høvdu valt, so eru eisini aðrir spurningar í kanningini. Men tað skínur rættiliga týðiliga ígjøgnum, at flokkurin hevur roynt at funnið spurningar, sum fólk ikki hava innlit í, og tí heldur ikki hava nakra avgjørda meining um (til dømis um avgerðarrættin í hernaðarmálum).

Endamálið við kanningini
Einki er at ivast í, at sjálvt endamálið við kanningini er, at Tjóðveldisflokkurin við henni vil tryggja sær pláss í fjølmiðlunum í sambandi við at 60 ár eru liðin síðani fólkaatkvøðuna, og tann parturin sær út til at vera eydnaður til fulnar. Men hin parturin (sjálvt úrslitið) má sigast at vera miseydnaður.

Helgi Abrahamsen