Fyrilestur á Torradøgum – “Veðurlag og veðurlagsbroytingar í Føroyum” í Atlantis ley. 23. feb. kl. 16:00.
Í samband við Torradagar, kemur Alix Rasmussen, sum vit kenna eina best frá morgunsendingunum í Útvarpinum, har hann greiður frá veðrinum og fimm-daga forsøgnum, at greiða frá veður fyribrigdum og hvussu ein veðursøgn verður til. Eisini kemur hann inn á veðurlagsbroytingar og umhvørvi annars.
Eisini fer Alix Rasmussen at greiða frá hvat DMI annars fæst við – t.d. rutuvegleiðing fyri størri skip, havfrøði, ís-kortlegging o.a.
Fyrilesturin við Alix Rasmussen verður í morgin ley. 23. feb. kl. 16:00.
Hóast atgongumerki er ókeypis, so verður atgongumerkjasølu skipanin nýtt, tískil kunnu fólk tryggja sær pláss í góðari tíð, antin við at heinta atgongumerki á Shell-støðini í Klaksvík (frá kl. 07:00 til kl. 23:00), ella í Atlantis, tá Atlantis er opið.
Atlantis letur upp ½ tíma áðrenn hvørja filmssýning/tiltak og letur aftur tá filmssýning/tiltak er byrjað.
Meira á Atlantis.fo




