Í gjár var minningarhald við minnisvarðan, “Dropi úr lívsins havi” í Svínoy kl. 11.00
Maud Charlotta á Geilini – flutt fram røðu, kransar vórðu lagdir. Aftaná varð boðið til ein kaffimunn í Dansistovuni.
Her niðanfyri verður røðan hjá Maud Charlottu á Geilini endurgevin:
Vit føroyingar eiga nógvar vakrar sangir og yrkingar um havið og sjógvin. Ein av hesum er hendan hjá Hans Andriasi Djurhuus, sum byrjar soleiðis:
Havið sang um Føroyar, í túsund, túsund ár
Brúðarsong og líksálm, sang um gleðibros og tár
Ljóðið barst um skorarnar og fleyg um tindar hátt
Havið sang um Føroyar ta longu heystarnátt.
Hetta hav, sum umgyrðir okkara oyggjar, okkara land her mitt í Atlantshavinum. Tað syngur fyri okkum heilt frá barni av og til okkara síðstu stund. Ikki minst vit svínoyingar hoyra dunið frá sjónum mest sum alla tíðina, bara vit fara út fyri dyr. Og sum skaldið sigur, so syngur havið bæði brúðarsong og líksálm, um gleðibros og tár. Tað syngur um gleði eins væl og um sorg.
Eitt annað ørindi ljóðar soleiðis:
Havið sang um Føroyar og havsins feigdarlag,
Hoyrdist inn í bygdirnar ein gráan ódnardag.
Kámoygd gjørdust fljóðini, tó tolin sótu tey;
Bátur burtur – maður farin – lívsins eydna deyð.
Tí havið er ikki bara romantiskt og friðsælt. Sjálvt tá tað er friðsælt, so kann vanlukkan raka, tí sjógvurin er eitt vandamikið arbeiðspláss. Tað vita allir føroyingar. Ótti og stúran hevur verið ein fastur fylgisveinur hjá teimum, sum hava varðað av okkar sjófólki.
Í dag er allahalgannadagur, og tað eru nokk fleiri ár síðani at allahalgannadagur hevur fingið so nógva umrøðu , sum nú fólkatingsval varð útskrivað sjálvan 1. novembur. Men hetta er ein serligur dagur, sum hevur sítt serliga pláss í føroysku fólkasálini. Hetta er dagurin, har vit sum tjóð minnast tey, sum havið hevur tikið frá okkum. Sanniliga hava vit nógv at takka havinum fyri. Men tað hevur, og hevur havt sín prís at hava hjallin á sjónum. Havið hevur kravt sítt í ólukkumát, og mangur føroyingur hevur fingið eina váta grøv. Eisini okkara lítla bygd hevur mist alt ov nógvar mans í góðum árum. Menn, sum knappliga vórðu ryktir burtur. Burtur frá familjuni, úr bygdini og úr bygdalívinum.
Tí gleðist eg um, at vit her í Svínoy, hava fingið henda vakra minnisvarðan og harvið eisini eitt stað, har vit kunnu hava eitt slíkt minningarhald, sum í dag. Edward Fuglø, sum hevur sniðgvið Dropan, sum vit nevna minnisvarðan, sigur, at Dropin eisini ímyndar eitt tár, sum eina ímynd um ta sorg og tann sakn, sum ein slíkur minnisvarði umboðar.
Tí sorg og saknur eiga sítt pláss ein slíkan dag. Tað er tungt at missa, og standurin hevur verið ringur her í bygdini, tá hesar vanlukkur – stundum við stuttum millumbili – raktu hesa oyggj og hesa bygd. Her hevur verið nógvur grátur og nógvar vøkunætur – tað er lítið at ivast í.
Tað sigst at sterkar kenslur – tað veri seg gleði ella sorg – mangan geva íblástur til sterkan skaldskap.
Eftir bátsvanlukkuna við Havsbøll í 1937, har fýra mans sjólótust, yrkti Petur Háberg sangin “Áh, tú sorgtyngda sál”. Hesin sangur talar á sín serstaka hátt um sorg, máttloysi og troyst.
Fyrsta ørindi ljóðar soleiðis:
Áh, tú sorgtyngda sál,
Tú hvørt leið var so løgd,
At hon lá gjøgnum skýmligan dal,
Er títt máttloysi ótømt,
Tín pína ósøgd,
Brostin strongur,
Sum eitt sinn til spæl,
Var útspentur,
Og brennur enn hjartað í tær,
Eftir grát eftir svøvnleysa nátt,
Hygg tá upp, upp um fjøllini.
Kongurin har,
Missur hann sína megi, sín mátt?
Nei, ikki missur Hann sín mátt. Og Hann blundar og svevur ikki, Hann sum varar Ísrael.
At standa frammanfyri minnistalvuni og lesa um hendingarnar og síggja nøvnini og aldurin á teimum, sum farin eru á sjónum og øðrum vanlukkum, minnir ein á, hvussu viðbrekið lívið er. Vit eiga bert
løtuna nú. Ferð aftaná ferð, verða vit mint á júst hetta. Vit kenna onki til morgindagin.
Hvat siga vit tá vanlukkan rakar? Til tíðir røkka orð ikki til. Vit hava ongi orð at troysta við. Tí tað, sum hendir er so meiningsleyst. Tann kristna vónin er, at eina ferð síggjast vit aftur í himli. Tí syrgja vit, við vónini um at vit fara at hitta okkara kæru aftur. Men í skelkinum og sorgini, so kann hugsanin um himmalin sýnast so fjar, tí tað er her á fold – her hjá okkum – at vit vilja hava tey, sum vit eru góð við. Vit sakna tey í gerandisdegnum. Við morgunmatarborðið, við døgurðaborðið, í vertskapi, í føðingardøgum, á jólum og í vanligum túnatosi. Vit sakna at hoyra málið í teimum, at fáa eitt klemm og bara at vera saman við teimum. Vit vilja hava tey í okkara lívi.
Sumt í skriftini er ikki so lætt at skilja, og kann sýnast heldur øvugt av tí, sum vit vanliga hugsa. Til dømis stendur skrivað, at betur er at fara í sorgarhús enn í gleðishús. Hetta hevur mangan undrað meg, tí hví er tað betur at fara í sorgarhús? Men víðari stendur skrivað, at í sorgarhúsinum endar hvørt menniskjalív, og tey sum liva, leggja sær tað á hjarta.
Sjálvandi velja vit menniskju gleðina fram um sorgina. Men Prædikarin sigur, at tá andlitið sigur frá sorg, tá veit hjartanum væl við. Tí uttan kærleika, so var heldur ongin sorg. Kanska er tað tí, at tað er betur at fara í sorgarhús, har merkja vit kærleika og ektaðar kenslur. Tí sorg er kærleikans prísur. Og er tað ikki tað, sum vit gera ein slíkan dag – minningardag teirra sjólátnu – at vit í felag fara í sorgarhús? Tí í dag kunnu vit saman minnast og sakna. Í dag kunnu vit geva sorgini rúm, og tað er gott.
Vit hava ofta lyndi til at spyrja, hvat er meiningin, tá meiningsleysar vanlukkur raka, tað veri seg á sjógvi ella á landi. Men vit finna onga meining. Tað er meiningsleyst, tá foreldur missa síni børn og tá børn missa síni foreldur. Tá konur gerast einkjur og menn gerast einkjumenn. Tað gevur onga meining. Tað einasta vit kunnu gera, er at leggja tað yvir til Hansara, sum hevur sagt ”Komið til mín, øll tit, ið stríðast og hava tungt at bera, og eg skal geva tykkum hvílu”.
Og lívið heldur áfram. Tað gongur sína gongd, sjálvt um tilveran knappiliga er broytt, og tú stríðist við at fóta tær av nýggjum. Eg haldi, at tað hjálpir at síggja og merkja at lívið kring um, ein heldur fram. At dagur dettur av degi. Sólin rísur og sólin setur. Árstíðirnar koma og fara og ein vakran dag, so er sorgin og saknurin ikki tað fyrsta, sum tú hugsar um, tá tú vaknar. Sorgin er eitt sár, sum spakuliga grøðist og við tíðini verður til eitt arr. Ongantíð heilt vekk, men ikki longur eitt opið sár. Og ei heldur eru vit longur tey somu.
Tey vit hava mist, goyma vit í hjørtum okkara, og tey góðu minnini gerast sannir dýrgripir, sum vit hava við okkum víðari á lívsleiðini. At enda gerst hetta ein partur av okkum, ein partur av okkara søgu og er við til at mynda okkum.
Tá eg komi í aðra bygd, og síggi at har er ein minnisvarði, so fari eg altíð yvir og hyggi at honum og lesi nøvnini á teimum, sum farin eru. Og har eru nógv nøvn og nógvar lagnur at síggja. Man má staðfesta at runt um alt Føroyaland, so hevur havið kravt sítt. Eisini í ár hava føroyingar mist fólk á sjónum.
Tíbetur er sjólívið í dag nógv broytt samanborið við sjólívið fyrr í tíðini. Trygdin bæði umborð á smábátum og skipum er nógv batnað og samskiftismøguleikarnir nakrir heilt aðrir, enn tá pápar og abbar okkara vóru til skips. Og nú fara eisini konufólk til skips. Alt hetta kunnu vit gleðast um. Vit hava eisini nógv at takka okkara tilbúgving fyri. Vit vænta, at hon er klár at seta í verk, skuldi óhappið hent. Hon hevur bjargað og hjálpt nógvum neyðstøddum.
Eg fari at loyva mær at enda við einum ørindi afturat úr yrkingini hjá H.A. Djurhuus:
Havið sang um Føroyar og havið syngur enn
Brýtur inn um skerstokk millum vásaklæddar menn
Fýkur fon um tindarnar og hvirlast hvítt um drang
Syngur hav um Føroyar, sum havið altíð sang.
Ja, havið og vit.
Føroyar og havið eru samanbundin upp á gott og ilt. Hjallurin hjá føroyingum er framvegis á sjónum, og so ella so hoyra vit øll havsins song.
Má Harrin styrkja tey, sum í dag syrgja og geva teimum linna, og má Hann vera við okkara sjófólki og varða tey frá øllum vandum.
Takk fyri!









