Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Allar kanningar ikki greinaðar enn

Heilsumálaráðið

Í gjár vóru sera nógvar kanningar gjørdar á sjúkrahúsunum, og tí eru allar kanningar ikki liðugt greinaðar enn. Á sjúkrahúsunum vórðu framdar um 900 kanningar, og umleið 300 av hesum kanningunum verða greinaðar í løtuni. Landslæknin skal síðani ringja til teirra, sum møguliga hava fingið staðfest smittuna.

Heitt verður tí á fólk um at vera serliga varin, til øll kanningarúrslit eru almannakunngjørd. Tølini verða kunngjørd skjótast gjørligt á corona.fo og á her heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum.

Um tú ikki hevur hoyrt frá Landslæknanum, tá tølini verða kunngjørd, er úrslitið negativt.