Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Allar kurvabóltskappingar avlýstar

Menningarsambandið fyri Kurvabólt

Við atlit til heilsuna á øllum kurvabóltsleikarum og skyldfólki teirra, hevur Menningarsambandið fyri kurvabólt avgjørt, at eingin kapping verður leikt liðug í ár. Hettar er 5 ári at Trygdkappingin hevur verið hjá monnum, men í ár verður eingin skýrdur vinnari.

Kurvabóltsambandið er komin til ta niðurstøðu, at heilsan skal raðfestast hægri enn alt annað. Tilmælini frá serfrøðini er, at vit framhaldandi skulu halda frástøðu frá hvørjum ørðum, og ikki fleiri enn 10 folk skulu savnast. Júst hesi tilmæli eru ógjørlig at halda, um tað leikast ein dystur. Tað ber heilt einfalt ikki til at leika kurvabólt og fylgja tilmælinum.

Kurvabóltssambandið hevur ikki nakran fíggjarligan miss, av at steðga allar kappingar. Alt arbeiði innan kurvabólt er sjálvboðið, so tað er meiri møguleiki at tapað, um vit ikki fylgja tilmælinum.

Við Ítróttarkvøðu

Menningarsambandið fyri Kurvabólt