Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Almannaverkið skipaði fyri ítróttardegi í Klaksvík

klaksvik.fo

Karl Johansen, borgarstjóri, setti árliga ítróttardagin, sum er ætlaður persónum við sálarligum avgjóðingum og starvsfólkum, ið arbeiða innan hetta økið. Endamálið við ítróttardegnum er fyrst og fremst at hava tað stuttligt, røra seg og knýta samband millum tey luttakandi.

Dagurin byrjaði við felags morgunmati í badmintonhøllini, síðan setti Karl Johansen dagin, tá ið hann bjóðaði øllum vælkomin til Klaksvíkar og ynskti teimum ein góðan dag.

Eftir at Karl hevði havt orðið, skipaðu starvsfólk í Almannaverkinum í Klaksvík fyri felags upphiting, áðrenn kappingarnar fóru í gongd. Kappast varð m.a. í fótbólti, boccia og øðrum greinum. Luttakarar hava møguliga at melda seg til tær ítróttargreinar, ið tey hava áhugað í. Eisini fáa luttakararnir vitjan av Sólvit Nolsø, landsstýrismanni í almannamálum.

Dagurin endaði við borðhaldi og felagssangi.