Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Almenn móttøka í Húsinum

Norðlýsið

Alt virksemið hjá Húsinum er nú savnað undir sama tak mitt í býnum í Atlantis, og í hesum sambandi verður skipað fyri móttøku mikudagin 16. august kl. 17.00

Skrá:

Frá kl. 17.00: Gepetto grillar pylsur framman fyri inngongdina, og kaffi og okkurt søtt verður at fáa inni í miðhæddini.

Kl. 17.30: Eyðstein Poulsen, formaður í Trivnaðarnevndini Børn og ung, heldur røðu.

Kl. 19.00: Sunday Walkers spæla nøkur løg inni í gamla biografsalinum.

Kl. 20.00: Adrenaline spælir og fær vitjan av einum spennandi gesti.

Umleið kl. 21.00: liðugt

Møguleiki verður hjá børnum og ungum at tekna seg sum lim hendan dagin. Kostnaður 400,- kr., og tey fáa ta væl kendu Húsið-hettutroyggjuna eisini Øll eru hjartaliga vælkomin.