Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Almenn UFO-fráboðan úr Føroyum

Dávur Winther

Fitt av fólkið var til fyrilestur á Norðoya Fornminnasavnið í kvøld, har Jónfinn og Jóhan, frá poddvarpsrøðini UFO-kjallarnum, fortaldi um UFO-sjónir í Føroyum.

Jónfinn Stenberg og Jóhan, sum gera poddvarpsrøðina UFO-kjallarin, hava savnað inn fleiri frásagnir, har fólk í Føroyum greiða frá, har tey hava sæð okkurt løgið uppi í luftini. Millum annað spældi teir ein samrøðu við eina konu, ið greiðir frá, tá ið hon, eina stjørnuklára nátt, situr á náttarvakt á Landssjúkrahúsinum. Tá sær hon mitt í øllum eitt far, koma stillisligani flúgvandi inn frá Nólsoyarfirði og heilt inn til bátabrúgvarnar í Vágsbotni, har tað so mitt í øllum fer við rúkandi ferð upp í luftina og hvørvur.

Hon var rættliga skakað av hesi hending, men tað áhugaverda var eisini, at ein onnur kona, sum somu nátt var stødd niðri í Havnini, hevði sæð júst somu sjón, eitt far koma flúgvandi inn til bátabrúgvarnar í Vágsbotni og so hvørva við rúkandi fer upp í loft.

Eisini høvdi teir fleiri áhugaverdar frásagnir úr Vágum, sum teir siga, er eitt av tveimum UFO-hot-spots í Føroyum – hitt hot-spottið er á Skálafjørðinum. Har var ein frásøgn, har tvey koyra framvið Leitisvatn, áveg til Havnar at keypa eina førðingardagsgávu, har tey mitt í øllum síggja eitt avlangt blankt sigarformað far koma flúgvandi fram við og fer inn yvir Vatnsoyrar. Tey bæði eygleiða hetta løgna farið, sum er púra blankt og hevur onki vindeygu. Tey missa tað eygsjón, tá ið tað fer flúgvandi lágt út eftir dalinum har Fjallavatn er. Henda frásøgnin samsvarar rættliga væl við líknandi sjónir í útlondum, um eitt avlangt sigarformað blankt far.

Ein onnur frásøgn, sum eisini er sædd fleiri aðrastaðni runt um í heiminum, er ein sum greiðir frá, at hann á Skálafjørðinum, sær eina silvurlitta kúlu koma flúgvandi, og sum mitt í øllum hvørvur við rúkandi ferð.

Jónfinn og Jóhan fortaldi um UFO frásangnir í Føroyum í ein heilan tíma og fólk sótu púra kúrr og lurtaðu.

Teir endaði við einum almennum kortið yvir alla jørðina, har tað almenna í teimum ymisku londunum hava fráboðað óforklárligar UFO sjónir, og á hesum kortið hava Føroyar ein reyðan prikk. Tað hevur ikki eydnast teimum at uppsporað, hvat tað er fyri ein almenn UFO-sjón, sum er fráboðað í Føroyum, men teir fortaldu um ein frá danska herinum, sum hevur greitt frá, at einaferð hann arbeiddi við radaran á Sornfelli, sóðu teir mitt í øllum eitt far flúgva beint norðanfyri Føroyar.

Teir vistu ikki hvat hetta var fyri eitt far ella hvaðan tað var komið – tað var bara har mitt í øllum. Boð vóru send til Bretlands, og bretsk hernaðarflogfør fóru á flog og flugu til staðið norðanfyri, har farið sást á radarnum. Men tá ið flogførini komu fram, hvarv farið á radarnum, og hernaðarflogførini sóðu heldu onki, so tey vendu við aftur. Men so skjótt tey settu kós móti Bretlandi aftur, var farið aftur at síggja á radarnum.

Eini 50 fólk vóru og lýddi á, og fleiri av teimum nýtti eisini høvið at fortelja frá sjónum, sum tey høvdu havt. Eitt rættliga áhugavert kvøld, við áhugaverdum frásagnum, man ikki vanliga hoyrir um, og so vóru karmarnir fullkomnir í gomlu hølunum á Norðoya Fornminnasavnið.