Góður avsluttari heldur ikki fram í KÍ í 2023.
Leygardagin spælir KÍ sín síðsta heimadyst í ár. Hjá einum leikara verður tað eisini síðsti heimadystur fyri KÍ. 28 ára gamli Valerijs Sabala váttar fyri Norðlýsinum, at hann ikki heldur fram í KÍ í 2023, nú sáttmálin gongur út. Hann hevur ikkin tikið nakra avgerð um 2023, men vil ikki avvísa møguleikanum at halda fram at spæla í Føroyum.
Valerijs hevur ikki fingið nógva spælitíð, men hevur víst seg at verða sera góður avsluttari, tá hann hevur spælt. Sambært FaroeSoccer hevur hann skorað 7 mál í 464 minuttum og tað er nógv bestu hagtølini, um vit tosa um minuttir pr. Mál fyri leikarar, ið hava skorað minst sjey mál. Sabala hevur skorað 4. Flest mál í landskappingini fyri KÍ í ár.




