Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Alt er betri enn einki

Jógvan Skorheim

At keypa ein bygning við tí endamáli at fáa fólk at koma saman at venja, var næstan sum at keypa eitt skip í 90’unum, tá ið eingin fiskur var undir Føroyum. Vit keyptu bygningin beint áðrenn Corona lukkaði samfelagið, og tískil høvdu vit ongan møguleika at bjóða kundum okkara inn, sigur Sølvá J. Joensen, sum saman við Unnur S. Fonn eigur FullPower í Klaksvík.

FullPower hevur búleikast í fleiri ymiskum hølum seinastu árini. Fyrst byrjaðu venjingar í KÍ-høllini, síðani í vaskarínum, úti í kjallaranum á Berglon, síðani eitt skifti inni í bygninginum “hjá Hvalvík”, sum eftir hondini hevur fingið fleiri onnur heitir knýtt afturat sær. At enda vóru tey eitt stutt skifti í gamla Toll- og Skatt-bygninginum á Stangavegnum, áðrenn tey valdu at keypa nýggju ognina við Klaksvíksvegin.

– “Tað var fyrst og fremst tí vit vildu hava okkara egna, og at vit fingu hølir, ið kundu brúkast til júst hetta endamálið. Vit høvdu leitað í eina tíð, men tað var næstan ógjørligt at fáa júst tað rætta, men so stakk hesin møguleikin seg upp”, sigur Sølvá J. Joensen.  

– Vit vildu hava eitt rátt høli, ið vit sjálvi kundu innrætta til hetta slagið av venjingum, og tað hava vit fingið við nýggju hølunum. Tað varð ein tung byrjan, tí júst sum vit høvdu keypt bygningin, varð alt samfelagið og heimurin raktur av Corona-farsóttini, og tí kundu vit ikki bjóða okkara kundum inn. Men tá ið tað longu var keypt, so var bara eitt at gera, og tað var at bretta upp um ermar. 

– Vit valdu at fara undir at rudda, taka niður og umvæla bygningin, so hølini kundu vera ordiliga klár, tá coronafarsóttin var av. Tað sum vit sjálvandi ikki vistu var, at tíðin við Corona fór at vera so drúgv, men samstundis sum tað hevur verið strævið til tíðir, so hevur tað eisini veri læruríkt. Eg haldi vit hava brúkt tíðina væl, so vit nú eru best møguliga til reiðar at taka móti okkara kundum, sigur hon víðari.
 

 

Hjá okkum kunnu øll vera við

Sølvá J. Joensen hevur útbúgving innan føðslu og heilsu, samstundis sum hon eisini hevur útbúgving sum persónligur venjari og vanavegleiðari. Hin eigarin, Unnur S. Fonn, er útbúgvin lærari, men hevur um nakar víst at hon kann gera seg gladandi innan ítrótt bæði í kettlebell-kappingum og øðrum ítróttargreinum. Umframt ítróttarliga partin, er Unnur eisini í nevndini hjá Fólkaheilsuráðnum.

Unnur og Sølvá hava vant FullPower í nógv ár og tí lá tað til høgra beini at taka yvir.

– “Tað var fangandi, stuttligt og gevandi. Bæði Unnur og eg hava vant FullPower í nógv ár, og tí var tað meiri ella minni upplagt, at vit eisini tóku yvir virksemið. Vit gera hetta fyrst og fremst, tí vit ynskja at fólk kunnu uppliva vælveru, gerast sterk og sleppa av við kurmentan og finna rørslugleðina aftur”, sigur Sølvá.

– “Tað er alt ov nógv fokus upp á kurmentan. Vit vilja heldur hava at fólk gera sítt besta og í mun til tað, sum tey sjálvi megna. Vit ynskja at eggja og fáa tað besta fram í fólki, og at tey gerast tilvitað um, at heilsa er so nógv annað enn bert at síggja kløn út. Tað hevur nakað við vælveru í kroppinum, at sova betri, at orka meiri, at hava yvirskot og alt møguliga annað, sum kann vera so gevandi í gerandisdegnum”.
 
– “Øll kunnu vera við til venjingar hjá okkum. Vit eru ikki einvenjingarmiðstøð bert fyri føroyameistarar. Vit dekka breitt, og vit eggja til at hvør einstakur ger sítt besta, og tað er lætt hjá okkum at tillaga venjingar, so øll kunnu vera við”.

Liðtímarnir, ið FullPower bjóðar út spenna seg sera víða, tí eitt nú verður skipað venjingum fyri mammum, sum eru í barnsburarfarloyvi. Eisini verður skipað fyri “GRUND”, ið er venjingar til tey, sum føla seg sum nýbyrjarar. Fyri tey meiri royndu er eisini møguligt at venja “FULLPOWER JARN” ella “FULLPOWER VÍKINGAR”; eisini kanst tú ganga til “FITNESSBOKSING” og “KETTLEBELL”.

– “Vit kalla okkurt til nýbyrjarar og okkurt til roynd, men í veruleikanum skal ein ikki halda seg aftur. Vit uppliva mangan, at fólk eru yvirraskaði av at tey væl klára tað, sum vit annars kalla venjingar til roynd”, sigur Sølvá J. Joensen, sum eisini vísir á, at til allar liðtímar venjingartímar eru venjarar tilstaðar, og tí fegnir hjálpa og vegleiða.

 

Meiri enn bara hølini á Klaksvíksvegi

Hóast FullPower nú hevur fingið egin hølir, so eru venjingarnar ikki bert tengdar at hesum hølum. Tað verða gjørdir ymiskir túrar hvørt ár, har høvusendamálið er at flyta seg og kanska út bjóða sær sjálvum av.

Eitt nú hava tey skipað fyri felags súkklutúri í Kalsoynni, har tey saman brúka ein heilan dag um at súkkla og hava tað stuttligt saman.

Seinast tey vóru á nevnda súkklutúri, valdu tey eisini at ganga teinin út á vitan, har tiltikna filmsbrotið av James Bond er filmað. Eisini ótu tey okkurt gott í skúlanum.

– “Hesir túrar gera nakað við samanhaldið og eru altíð gevandi. Tað er ikki neyðugt at vera limur hjá FullPower fyri at koma við til hesar túrar. Vit lýsa ofta við tí á Facebook og á heimasíðu okkara, og so er bara at melda til. Útgerð til súkklutúrin má ein hava við sjálvur, men vit skipa túrin soleiðis, at øll kunnu vera við, og fáa sum mest burturúr”, sigur Sølvá.

Spurd um hvørji onnur tiltøk FullPower hevur verið við til, nevndir Sølvá millum annað, at tey hava skipað fyri Bootcamp millum annað á mansstevnu í Nesvík.

– “Tað var ordiliga stuttligt, og vit hava ætlanir um at skipa fyri enn meiri av slíkum. Vit kunnu gera tað fyri einstakar fyritøkur, um ynski er um tað, men vit arbeiða eisini við at gera okkurt har øll kunnu melda seg til.”

– “Nú Corona er liðugt, eru vit sprenfull við hugskotum, so tað verður avgjørt nógv á skránni næstu tíðina”, sigur Sølvá flennandi.

Meðan Corona herjaði samfelagið, fóru tær undir at gera filmsupptøkur av heimavenjingum, og løgdu tær síðani út til fólkið á sosialum miðlum. Tað bleiv sera væl móttikið og hava tær fingið fleiri fyrispurningar um hetta síðani. Tær arbeiða í løtuni við at menna ein online pall, ið skal bjóða øllum føroya fólkið “kular” FullPower-heimavenjingar, ið muna, og byggja tískil upp á tær royndir, tær gjørdu undir coronafarsóttini.

 

Hølini geva størri møguleikar

Hølini á Klaksvíksvegi eru umleið 200 fermetrar til støddar og í einari hædd. Tær báðar hava longu tosað um at víðka um bygningin, tí tað ber til at gera bygningin størri niðaneftir og enntá at byggja eina hædd omaná, um tørvur verður fyri tí.

– “Av tí at vit ikki kundu fara í gongd við venjingar beint eftir at vit høvdu yvirtikið bygningin, so hava vit havt nógva tíð til at droyma og hugsa um hvussu bygningurin kann gerast enn betri. Enn eru tað dreymar, men vit vóna sjálvandi at virksemið økist, so vit kunnu menna hetta til ein spennandi rørslu- og ítróttardepil fyri alt norður-eystur økið”.

– “Vit hava fleiri eysturoyingar, sum dagliga vitja okkara venjingarhølir, og tað halda vit vera fantastiskt. Vit vilja fegin hava at fólk føla seg sum heima, og trívast væl í teimum venjingum og umstøðum vit hava her úti.”

Vanligar venjingarmiðstøður hava eina rúgvu av ymiskum maskinum, sum fólk kunnu gera nýtslu av, men tá ið Norðlýsið er á vitjan, sæst bert ein rógvimaskina.

– “Tað er tí at hetta er fyrst og fremst venjingar, har tú brúkar tín egna kropp”, upplýsir Sølvá. “Vit leggja okkum heldur eftir at fólk kunnu brúka vektir, so sum Kettlebell, ein hamara, boksisekkir, togendar ella eitt dekk, sum tey so skulu lyfta, trýsta ella sláa. Hetta kalla vit funktionelt fittnessentur, sum ikki er heilt líka sum vanlig fittnessentur. Vit eru ein funktionellvenjingarmiðstøð, ið leggur dent á at styrkja kroppin, so vit gerast meira virkisfús og sterk í gerandisdegnum”.

– ”Vit gera ofta rørslur, sum ein annars væl kundi gjørt í gerandisdegnum. Onkur samanber hetta við Krossfitt, sum eisini er ein venjingarháttur. Men eg haldi hetta er ein góð samanseting av fleiri ymiskum venjingarháttum, sum ger tað lætt hjá fólki at fáa røttu venjingina, sum ger teg sterkan og gevur tær størri lívsgóðsku”.
 

Føl munin

Meðan vit gera hesa samrøðuna, endurtekur Sølvá fleir ferðir, at tað snýr seg fyrst og fremst um at føla munin. Tað, sum er mest avgerandi, er ikki altíð at ein sær klænur út, men at ein fær vælveru og følir korpsligan og sálarligan mun. Hon vísir á, at venjing gevur so ómetaliga nógv annað gott enn bara at gerast klænur. Tað økir um trivnaðin, gevur meiri orku og yvirskot í grerandisdegnum.

– ”Eg havi ofta upplivað, at fólk til dømis siga at tey sova betri, ella hava meiri yvirskot saman við børnunum ella til arbeiðs. Tað ger meg ordiliga glaða! Tað er nógv betri at fólk merkja eftir og føla munin, ið venjing gevur, enn bert hyggja í speglið. Speglið kann vera sera misvísandi í mun til, hvussu tú hevur tað kropsliga og sálarliga”, vísir Sølvá á.

– “Tí sigi eg eisini vanliga, at “alt er betri enn einki” og at “tú skalt gera tað tú kanst”. Tí hava vit allatíð fyri eyga at fólk fáa nakað burturúr, og føla munin”.
 

 

Byrjaðu nýtt tilboð eftir Corona

Í juni í fjør fóru tey undir at skipa ein leist, har møguleiki var at tekna seg til eitt fast mánaðarligt gjald. Hetta var fyrst og fremst fyri at gera tað meiri ómakaleyst hjá teimum venjandi, og so atvenjingarnar kundu leggjast øðrvísi og betir tilrættis.

– “Tað eru fleiri sum hava meldað seg til hendan leistin, og enn einaferð er tað soleiðis, at tað eru alt slag av fólki, sum tekna seg. Vit hava bæði ung og eldri, roynd og óroynd. Júst soleiðis vilja vit hava tað at vera. Øll skulu vera vælkomin, og vit merkja at fólk gerast bitin av venjingunum, tí vit hava fólk ið hava verið til venjingar líka síðani 2012”, sigur Sølvá Joensen, ið hevur átt Fullpower saman við Unnur Fonn síðani 2019, at enda.

FullPower hevur høli á Klaksvíksvegi 85 og heimasíðuna fullpower.fo, har meiri kann lesast um spennandi virksemið.