Tá ið vit gingu í býnum í morgun, kom ein trukkur frá Kartensen eftir niðasta vegi í Skagen við einum stórum palli, klæddur í donskum flaggi við tveimum faggstengrum – ein við Merkinum og hin við Dannebrog.
Trukkurin snaraði oman móti havnalagnum og sett lastina av við Christian í Grótinum. Her skal gumman í føroyskum klæðum kl. 14 alment geva skipinum navnið, og skipið verður handað eigarunum.
Boðið verður umborð, eins og Kartensns Skibsværft bjóðar okkurt leskandi í kantinuni við skipið.
Í kvøld verður stór veitsla fyri innbodnum, sum skipasmiðjan bjóðar til.
Teir á Kartensns Skibsværfti eru ikki arbeiðsleysir – Út móti 20 størri skip standa í ordrabókini. Teir eiga eina skipasmiðjiu í Polen og so hesa í Skagan, har tað til samans eru um 6-700 starvsfólk knýtt at. Teir hava eisini skipasmiðju í Grønlandi, har tað starvast eini 15 mans. Men telur tú alt við, sum Kartensen Skibsvært leigar inn av montørum, málarum og øðrum, so telja hesi eini 500 fólk afturat – tilsamans meiri enn 1100 fólk.
Hóast Korona hevur rakt nakað, so hava teir klárað at hildið seg til tíð og kostnað. Eitt væla verk!
















