Í dag er altjóða Holocaust dagur, og tað hevur sett dám á skúladagin á Skúlatrøð. Løtan, sum varð fyriskipað á Salti, varð beinleiðis stroymt, og her fylgdu næmingar og lærarar við.
Í dag var evnið landið Armenia og tað fólkadráp, sum Ottomanska Ríkið setti í verk har í landinum í 1915 og fram.
Her er leinki til evnisstíðuna hjá Námi.
Trýst á leinkið og har finnur tú uppgávur, sum eru gjørdar við støði í frásøgn frá Serj Tankian, ið er kendur sum sangari í System of a Down. Í BBC samrøðu í røðini HardTalk, hevur hann lovað abbanum, aldri at gloyma tað fólkadráp, sum Ottomanska Ríkið, tað er núverandi Turkaland, setti í verk móti armenska fólkinum um tað mundið at Fyrri Verðaldarbardagi byrjaði.
Areg Manvelyan hevur útvegað sambondini við heimildarfólk í Armenia. Hann hevur vitjað í Føryum sum fotografur, hevur lisið búskap á lærda háskúlanum Lomonosov í Moskva og miðla- og tøknivísund á UCLA í California.
Vit takka Tvøroyrar skúla, sum var vertur fyri tiltakinum.
Vert er eisini at vitja skúlabókasavnið, har tey hava sett viðkomandi bøkur fram og hongt uppsløg um evnið á veggin.








