Leygarkvøldið 18. apríl verður konsert við Alvildu í Spaniustovu
Leyvarkvøldið tann 18. apríl verður aftur konsert í Spaniustovu. Hesuferð verðir tað ALVILDA, sum kemur at framføra. Við sær hevur hon bróður sín, Jón Mørkøre á guittar og Jógvan Fróðin Baldvinsson á bass.
ALVILDA fer at syngja egin løg, harav okkurt er heilt nýtt. Eisini verða onkur coverløg á skránni.
Atgongumerki til konsertina kunnu bíleggjast á vangamyndini hjá Leikalund á facebook ella við at ringja á telefon 457151.




