Amager VK hevur júst vunnið 1-3 á útivølli í móti Elite Volley Aarhus, sum undarligt nokk hevur heimstað í Aarhus. Amager VK tapti fyrsta sett, men stríddi seg aftur í dystin, og endaði við at knógva heimaliðnum.
Amager VK hevur júst vunnið 1-3 á útivølli í móti Elite Volley Aarhus, sum undarligt nokk hevur heimstað í Aarhus. Amager VK tapti fyrsta sett, men stríddi seg aftur í dystin, og endaði við at knógva heimaliðnum.
Settúrslit: 25-16, 21-25, 16-25 og 19-25.
Undirritaði var ikki til staðar, men á Facebook-síðuni hjá besta kvinnuliðnum hjá Amager VK, stendur, at tað var deiligt við enn einum sigri. Heimferðin til Keypmannahavnar verður avbera góð nú.
Í fyrsta setti fylgdust liðini fyri tað mesta. Men tá ið støðan var 14-14 byrjaði liðið úr Aarhus at draga frá, ímeðan AVK steðgaði upp, sæst at lesa á Dansk Volleyball Forbund.
Í øðrum setti hevði AVK alla tíðina eina lutfalsliga trygga leiðslu, men upp undir endan reið um snarið, tá ið støðan eina løtu var 20-21. Men tá slerdu tær úr AVK tríggjar bóltar í gólvið upp í slag, og tá var setti hálvavegna avgjørt.
Í triðja setti var langt í millum snapsirnar hjá Elite Volley Aarhus, tí AVK rætt og slætt vant burturúr teimum. Tær úr Aarhus hóttu ongantíð tryggu leiðsluna hjá AVK.
Í fjórða og seinasta setti førdi Elite Volley Aarhus fyrra partin av settinum, ímeðan AVK førdi í seinna og týdningarmikla partinum av settinum.
Farna vikuskiftið varð Elisabeth Purkhús vald til dagsins leikara, í dag fekk eingin føroyingur hendan heiður, men í staðin ein donsk, sum eitur Thit.
Amager VK liggur nú á triðja plássið, og hevur vunnið 4 út av 5 dystum higartil í donsku landskappingini. – Næsta uppgáva hjá teimum fýra føroysku og hinum í Amager VK er komandi leygardag, tá ið tær skulu til Svøríkis at leika ímóti Gislaved. Tá er talan um Øresundsliga.




