Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Amerikanskir forsetar minnast Billy Graham

John William Joensen

Mikudagin skal kistan við amerikanska prædikumanninum, Billy Graham, førast til Washington DC, har hann fær heiðurspláss í amerikansku kongressini,  borgarar úr øllum land í nakrar dagar kunnu síggja kistuna og minnast prædikumannin. Eftir at hann er deyður hava fyrrverandi amerikanskir forsetar sent Billy Graham eina senastu heilsan.

President Barack Obama:

Billy Graham var ein eyðmjúkur maður, ein tænari sum bað fyri so mongum – og sum í vísdómi og náði gav ættarliðum av amerikanarum vón og lærdóm.

President George W. Bush:

Ein stórur maður, ein eyðmjúkur tænari og ein hirði fyri milliónir av fólkum er farin heim. Billy Graham var ein ábyrgdarfullur leiðari. Hann hevði eina karistomatiska, fangandi og sterka nærverðu og eitt nærlagt sinnið. Hann var fullur av náði vinsemi. Kærleiki hansara til Kristus og hansara milda sinnið lat hjørtu upp um allan heim – eisini mítt egna. Laura og eg eru takksom fyri lív hansara og vit senda okkara innastu heilsanir til familju hansara.

President Bill Clinton:

Hillary og eg eru sorgarbundin av boðunum um at vinur okkara Billy Graham er farin. Hann er ein tann týdningarmiklasti andaligi leiðarin í amerikanskari søgu. Sterku og sannførandi orð hansara rørdu óteljandi hjørtu og tankar.

Eg fari ongantíð at gloyma fyrstu ferð eg sá hann, fyri 60 árum síðan í Little Rock, meðan vit mótmæltu integratión í skúlunum. Hann fylti eitt fótbóltsstadion við fólkum av øllum mentanum og fólkasløgum og minti tey øll at vit standa frammanfyri Gudi sum javnstøðug, baði í veikleika og í bøn okkara til Gud um náði og fyrigeving.

Seinri tá eg gjørdist Guvenørur og í Hvítu Húsini og seinastu árini, upplivdi eg hvussu eg sá hann liva sítt trúarlív í trúskapi, fullum vinsemi, og var ein hollur stuðul baði í lívi mínum og hjá Hillery.

Billy Graham er farin úr okkara heimið og hevur gjørt heimin til ein betri stað og hevur nú fingið sítt pláss í Himli.

President George H.W. Bush:

Billy Graham var pastor fyri allar Amerikanarar. Hansara trúgv á Kristus og hansara kompromiðleysi og greiði evangeliski boðskapurin gav heiminum íblástur. Eg haldi at Billy nam hjørtu ikki einans hjá kristnum men fólki av øllum heimsins relgiónum, tí hann livdi boðskapin. Eg hevði tann forrætt at hava hann til mín persónliga vinmann og var hann ein lærari fyri ikki einans børn míni men eisini fyri fyrrverandi amerikanska forsetan.

 

President Jimmy Carter:

Rosalynn og eg eru sera kedd at hoyra um deyða Billy Grahams.

Ótroyttiligur hevur hann tala boðskapin um vón sum hevur ávirka andaliga lívið hjá milliónum av menniskjum um allan heim. Hann hevði eitt opið sinnið, var fyrigevandi og lítilátin tá hann virkaði millum menniskju. Hann livdi lív sítt nær kristusi og leitaði alla tíðina eftir møguleikum at verða til tænastu fyri onnur. Hann hevur havt eina sera stóra ávirkan á mítt egnað andaliga lív og eg eri glaður um at eg kann roknað hann sum ein av mínum vinum og ráðgevum.

 

VIDEO NIÐANFYRI:

Í samband við álopini á World Trade Center 9/11 heitti táverandi amerikanska stjórnin á Billy Graham um at tala til amerikansku tjóðina og heimin á almenna minningarhátíðarhaldinum í Washington

 

Harleyfacadeacryl