Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

AMOC er ikki gingin amokk

Jóhann Lützen

Í 2023 spáddu granskarar frá Københavns Universitet, at havstreymar í Norðuratlanshavi, styttir AMOC (Atlantic Meridional Overturning Circulation) kundu kollapsa, og at tað fór at hava álvarsligar avleiðingar fyri veðurlagið í Norður-Europa. Tað kundi henda longu í 2025, men mest sannlíkt ikki fyrrenn í 2057. Men nú er tað ikki longur sannlíkt

 

 

Nú vísir nýggj gransking frá Woods Hole Oceanographic Institution í Massachusets í USA, at AMOC ikki er viknaður kortini, og ikki er viknaður seinastu 60 árini heldur. Kortini er semja um, at AMOC helst fer at vikna vegna heitari veðurlag, men tað verður neyvan eitt samanbrot, sum granskararnir frá Københavns Universitet óttaðust. Í øllum førum eru vit ikki í vanda fyri tí beint nú, tí havstreymurin hevur verið støðufastur (stabilur) higartil.

Hetta sigur Jens Olaf Pepke Pedersen, sum hevur gjørt tað til sína uppgávu at gera upp við avoldaða vitan og mistøk innan vísindaliga gransking.

Kelda: https://www.weekendavisen.dk/redaktionen/jens-olaf-pepke-pedersen