Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ánagongan og Barmur vunnu seyðasýningina

Jákup Ósá

Í dag var seyðasýning fyri brundseyðirnar á Borðoynni.

Seyðasýningin var í seyðahúsinum hjá Strandahaga. Sýnsmenninir komu úr Eysturoynni.

 

Ánagongan við Petur Andreasen gjørdist besti hagin, meðan Barmur við Levi Joensen vann fyri vakrasta lamb, vakrasta veðr og vakrasta eldri veðr.

 


Besti hagi:

1. Ánagongan 20,0 stig

2. Barmur og Kvíðingardalur 18,3 stig

 


Vakrasta lamb:

1. Barmur, 17,5 cm um mjóryggin og 84 cm um bringuna

2. Ánagongan, 20 cm um mjóryggin og 85 cm um bringuna

3. Ánagongan, 19 cm um mjóryggin og 85 cm um bringuna

 


Vakrasti veðrur:

1. Barmur, 22,5 cm um mjóryggin og 104 cm um bringuna

 


Vakrasti eldri veðrur:

1. Barmur, 22,0 cm um mjóryggin, 107 cm um bringuna

Harleywoodpaint