Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Andøvsgul við Løkin

Hanus Kjølbro

Tað fer at vera eitt andøvsgul úr eysturhallari suðurætt, meðan dysturin hjá KÍ er ímóti NSÍ við Løkin í Runavík í dag.

Økið við Løkin í Runavík er vanliga veðurgott, sigur heimildarfólk. Í løtuni eru 10 til 12 m/s úr landsynningi-suðuri, men vindurin minkar alla tíðina, so tá ið dysturin byrjar klokkan 1600, er miðalvindferðin 5 til 10 m/s úr eysturhallum suðuri – tað er saman veg, sum vøllurin liggur. Liðini fara bæði at fáa vindin ímóti og undan – hálvleik um hálvleik.

Tað verður turt, meðan dysturin er. Hitin fer at liggja um tey 5 stigini.

Góðan dyst – og koyr á KÍ!!