Verði eg valdur, fari eg at virka fyri, at tú sum veljari fer at búgva í eini kommunu, sum raðfestir tørvin hjá vinnulívinum, tørvin hjá borgarum á bústøðum, samstundis sum at farið verður hóvliga fram, soleiðis at kommunan hevur tað fíggjarliga gott
Nú kommunuval stundar til, stilli eg upp fyri Fólkaflokkin til býráðið í Klaksvíkar Kommunu.
Um meg:
Eg eri 56-ára gamal og Klaksvíkingur við stóra K. Eri giftur við Jorie, og vit eiga trý børn. Eg eri stjóri og eigari av fyritøkuni Malltek, sum eg havi rikið síðani 2005. Eri virkin í Treysti og áðrenn tað var eg virkin í KÍ, har eg spældi nógv í 1990-árunum.
Eg brenni fyri:
▪ Frítíðarfelagsskapum. Fyri at fólk skulu trívast í kommununi, er neyðugt at fara væl um og menna frítíðartilboðini her. Tilboðini skulu vera fjølbroytt og støðugt mennast, soleiðis at atlit verða tikin til ymiskar tørvir hjá borgarunum í øllum aldursbólkum.
▪ Fleiri íbúðarmøguleikum. Til tess at fáa fólkavøkstur í kommununi er neyðugt, at fólk altíð hava møguleika at búseta seg í Klaksvíkar Kommunu, ikki minst eisini uttan fyri Klaksvíkina sjálva. Vit eiga at hugsa um allar aldursbólkar, og tað kunnu vit gera við at tilgóðasíggja ynskini hjá teimum ungu um at fáa ein bústað, samstundis sum vit gera tað møguligt fyri eldri, sum vilja tað, at flyta í minni bústaðir. Á hendan hátt tæna vit bæði ungdómi, barnafamiljum og eldri borgarum samstundis.
▪ Fíggjarligum skynsemi. Fíggjarstýringin má vera nærløgd, hóvlig og trygg. Fortreytin fyri vøkstri er, at fíggjarstýringin hjá kommununi byggir á eitt trygt grundarlag, og at farið verður hóvliga fram við íløgunum.
▪ At vinnan fær nógv betri útbyggingarmøguleikar við fleiri grundøkjum til vinnuna, og ítøkiliga fari eg at virka fyri, at kommunan altíð hevur tøk vinnugrundøki. Vit mugu hugsa um vinnulívið í Klaksvíkar Kommunu langt fram í tíðina, og herundir skulu vit útbyggja Norðhavnina.
Hetta fært tú:
Verði eg valdur, fari eg at virka fyri, at tú sum veljari fer at búgva í eini kommunu, sum raðfestir tørvin hjá vinnulívinum, tørvin hjá borgarum á bústøðum, samstundis sum at farið verður hóvliga fram, soleiðis at kommunan hevur tað fíggjarliga gott.
Andreas Josephsen, valevni á Lista A í Klaksvíkar Kommunu




