Á Norðoyastevnu fyri júst 40 árum síðani sá fyrsta tónleikaútgavan hjá bólkinum Anfinn & Co, dagsins ljós. Í samband við 40-ára dagin, trína Anfinn & Co. á pall á Norðoyastevnu, tann 30. mai.
Kassetubandið, sum tá í tíðini varð oftast nýtt, bar heitið “Hví”.
Við góðum tónleikarastuðlum úr bólkinum Hjarnar, gjørdust fleiri løg sannar landaplágur; “Vælkomin heim”, “Lítli Fuglur”, “Útsalg” osfr. osfr.
Síðani eru komnar hesar útgávur:
- “TÍ” í 1992.
- “Betur Seint enn álvara” í 1997
- “Rótasúpan” í 2008
Manningin hetta kvøldið eru ikki heilt ókendir innan tónleikabransjuna. Teir eru nevnliga teir góðu gomlu garparnir, og vinmenninir úr Hjarnar – og tað skuldi borgað fyri einum rimmar Norðoyastevnu-kvøldi í Varpinum!
Dato: 30. mai
Klokkan: 21:00 – 23:00
Kostnaður: 250 kr.




