Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Anfinn Í Toft á støð

Dávur Winther

Á FaceBook skrivar Anfinn Í Toft, at hann fór á støð í morgun fyri at fregnast. Sigast kann ikki annað enn, at enn finnast menn úr stáli á skipum úr træ, skrivar Anfinn.

Manningin á Norðsøka hevur rokast norðanfyri hesa vikuna. Teir hava drigið, ikki minni enn, 80.000 pund av góðum norðhavsfiski av grunni hesa vikuna.

Tann yngsti er 24 og tann elsti maðurin á myndini 80 ár.

Sigast kann ikki annað enn, at hetta hevur verið ein rimmar útróðrarvika hjá teimum – Enn finnast veruligar kempur, sigur Anfinn Í Toft at enda.

Um vit umrokna til ein lagaligan miðalpís á kr. 36,- pr. kg, so hevur henda vikan givið 36 x 40.000 = kr. 1.440.000,-. Vikan undan var eisini góð, tá ið teir fiskaður fyri eina lítla mill.

Væl klárað av røskum skilamonnum – stuttligt og gott!

Les eisini