Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Anfinn: – Ongin menningarkvota til okkum

Jóhann Lützen

– Vit høvdu eina sera góða verkætlan, men vit eru ikki eingongd bidnir um at koma á fund at greiða nærri frá okkara verkætlan, sigur Anfinn Jacobsen, skipari úr Hattarvík

Menningarkvoturnar eru útlutaðar fyri 2018. Ein av teimum 38 umsóknunum er Eystan Múla verkætlanin. Anfinn Jacobsen, skipari úr Hattarvík er ein teirra. Teir hava fingið noktandi svar frá Fiskimálaráðnum í dag. 

Svarið ljóðar soleiðis [brot úr skrivinum]: 

 

Umsókn um menningarkvotu 2018

Vit takka fyri umsókn tykkara. 

Vísandi til umsókn tykkara frá 28. mai 2018, skal Fiskimálaráðið boða frá at umsókn tykkara ikki verður gingin á møti…Avgerðin er grundað á, at metingarnevndin útfrá eini heildarmeting metir, at ongin nágreinað ætlan er um, hvør skal veiða fiskin, um organisering, virðisøking, marknað og teknologi…..Kunnað verður um, at tað ætlandi seinni í ár verður møguligt at søkja um menningarkvotu fyri 2019.

Blíðar heilsur

Rógvi Reinert, aðalstjóri

 

Anfinn Jacobsen stendur spyrjandi yvirfyri hesi grundgeving, tí teir hava als ikki verið eftirspurdir av fiskimálaráðnum. 

– Vit eru ikki ein gongd biðin at koma á fund at lýsa verkætlanina nærri. Hetta er politisk útlutan av allar grovasta slag, sigur Anfinn Jacobsen. 

– Vit eru sera skuffaðir, eg sigi bara at um kvoturnar eru endaðar har sum samgongsn skal bjargast, so eru politikarnir í norðoyggjum sera veikir, sigur Anfinn Jacobsen at enda. 

 

Tíðindafundur verður í fiskimálaráðnum kl. 16.30, har kunnað verður nærri um hvør hevur fingið og hvør ikki hevur fingið menningarkvotur fyri 2018. 

Norðlýsið veit um eina umsókn av Eiði, ið hevur fingið noktandi svar.