Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Animatiónsfilmar partur av jólahugnanum í Runavík

runavik.fo

Allan desember mánað hevur ein serstakur jólafilmur verið at sæð á húsavegginum á ráðhúsinum í Runavík. Síðani 1. desember hevur býráðshúsið verið nýtt sum filmslørift. Tá tendraði nevniliga fyrsti animatiónsfilmurin, sum er partur av jólahugnanum í økinum.

Leygardagin verða so fýra nýggir filmar lagdir afturat og uttandura filmssýningin heldur fram inntil 6. januar 2020.
Fastur táttur hevur verið at pynta økini í kommununi við smærri jólatrøum og perum. Jólamenninir vitja, stóru jólatrøini verða tendrað og brandbilurin vitjar í fleiri bygdum. Harumframt hava Jólaskipið, Jól í Gamlavegi á Skála og ikki minst Jólabygdin í Æðuvík verið við at skapa lív, hugna og jólagleði hjá teimum vitjandi.

Í ár hava vit so roynt at skapa øðrvísi lív í býnum við tí, sum nevnist ‘Projection mapping’ ið á ein serstakan hátt varpar animatión og aðrar litfagrar sýningar á eina 3D flatu, sum í hesum føri er ein stórur húsaveggur.

Fyrst animatiónsfilmurin tendraði 1. desember og nú verða so 4 stuttir animatiónsfilmar lagdir afturat.

Tað er Visit Runavík sum í samstarvi við Steingrund Akustik, Tectonic og Turfroofproductions standa fyri verkætlanini.