Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Anker Mortensen í Gamla Seglhúsinum

Tekst og myndir: Dávur Winther

Í dag kl. 16 lat upp forvitnislig listaframsýning við Anker Mortensen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavn, sum er skyldmaður og gubbi listamannin, helt røðu.

Fyrst greiddi hann væl frá upprunanum til hetta serstaka staðið, framsýningin var í – Gamla Seglhúsinum.

Síðani um listaleiðina hjá Anker Mortensen sum listamanni, dugdi handverkið, var hegnigur, og at hann var væl lisin, m.a. hevði hann lisið teologi eitt skiftið.

Framsýningin hjá Anker, sum hann kallar Sandagerð, hongur uppi væl inn í desember mánaða.

Karl Martin Samuelsen, sum hevur sungið saman við Anker Mortensen í Tórshavnar Manskóri, sang og spældi nøkur løg saman við Mikkjal Hvannastein fyri og eftir røðuna.

Og sjálvandi var eisini boðið uppá ein bita av kjøti – skerpikjøti úr Eystfellinum.

Ein hugnalig løta við ikki so lítið av fólki, sum vildu vera við og heilsa uppá listamannin

Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 16. desember 2021.

Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin soleiðis:

Mánadag til Fríggjadag frá 14:00 til 17:00
Sunnudagar frá 15:00 til 18:00