Tá Annfinn varð settur í starv var tað tí at hann var besti og mest eyðsýndi ungdómsvenjarin her á landi.
Sjálvur sat undirritaði í fótbóltsdeildini fyri 7 árum síðan, tá avgjørt var at felagið skuldi seta ein fulltíðar ungdómsvenjara. Orsøkin til hetta var tann at felagið hevði eitt alt ov tilvildarligt ungdómsarbeiði. Har sum onkur góður venjari var, var stuttligt at vera og undirtøkan góð, men flestu deildirnar høvdu skiftandi venjarar.
Eisini hevði felagið ikki nakra breidd í ungdómsarbeiðinum.
Av tí at trupult var at fáa venjarar vóru fá lið meldaði til luttøku, og tí vóru tað nógvir ungdómar, sum als ikki sluppu at royna seg í KÍ.
Undir slagorðinum "KÍ er fyri øll" vildi leiðslan hava eina breidd í ungdómsarbeiðið og arbeiðast skuldi miðvíst.
At tað so bleiv Annfinn Danielsen, sum bleiv settur kom av teirri einfaldu orsøk at hann var besta boðið. Hann hevði tá verið venjari í B36 og vunnið óteljandi meistaraheitið, og eisini var hann undangongumaður hjá FSF í samband við ungdómsfóltbólt.
Annfinnur fór fúsur til verka og hann gjørdi greitt at hann fyrst og fremst fór at satsað upp á breiddina, og málið var at ungdómsdeildin hjá KÍ skuldi útbúgva góðar 1.deildarleikarar. Eisini skuldi rúm gevast fyri ungdómum, sum ikki høvdu góð fótbótlsevnir, men sum kanska seinri kundu vera leiðarar og góð felagsfólk fyri tað.
Denturin varð lagdur á at fáa gott samstarv við foreldur og at fáa hesi at luttaka í ungdómsarbeiðinum, og at vera ferðaleiðarar, tá ungu liðin fóru av bygdini, soleiðis at alt gekk fyri seg í tryggum kørmun.
Harafturat fór Annfinn undir at halda venjaraskeið í Klaksvík har álagt var øllum venjarum at luttaka og harafturat skipaði hann saman við dómarafelagnum fyri regluligum dómaraskeiðum. KÍ hevði nevniliga ongar dómarar í eldru deildunum, tá Annfinn byrjaði í KÍ og hetta var nakað, sum hann eisini raðfesti høgt.
Kommunan sá eisini stórt í tí at KÍ setti ein ungdómsleiðara og avtala var gjørd við kommununa um stuðul til starvið.
Eingin skilnaður eydnusamur
Í nøkur ár var Annfinnur næstan einsamallur um at venja liðini í yngru deildunum, men seinru árini eru fleri persónar, sum hava tikið venjara uppgávuna í yngru deildunum í stórum álvara og tað er hesum monnum og kvinnum vit kunnu takka fyri tey mongu meistaraheitini KÌ í ár hevur fingið.
– Tó spyrt tú Annfinn, so hevur hann ongantíð brúkt meistaraheitið í yngru deildunum sum barometur um gott arbeiði, – Eg royni at uppala góðar einstaklingar, er skjóta og avgjørda svarið frá Annfinn.
Tíðir broytast og eftir øllum at døma er tíðin búgvin til at KÍ og Annfinn skiljast, men frá mær skal koma ein vinarheilsan við vón um góðan byr nú tú eftir øllum at døma ikki heldur fram í KÍ.
Tú hevur seinastu sjeyð árini einki annað gjørt enn at hugsa um hvussu ungdómspoltikkurin í Klaksvíkar Ítróttarfelag best var framdur í verki, og hesi sjey árini hevur tú ikki hugsað um annað og hevur fulla tíð konsentera teg um tað praktiska og tað meiri yvirornaðu linjurnar í ungdómsarbeiðinum hjá KÍ.
Seinru árini hevur Annfinn verið brekaður av vánaligari heilsu, men í fjør fekk hann nýra frá beiggja sínum og vit fegnast um at tú við hesum fekk heilsubót.
Nú eingin skilnaður er eydnusamur, og tað er hesin heldur ikki, men vónandi fært tú eina framtíð fylta við fótbólti, sum eg veit tú hevur so sterkan tokka til.
Fyrrverandi samstarvsfelagið hjá Annfinni
John William Joensen




