Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Annika S. Biskopstø er nú farin í róðrarneystið

Jákup Ósá – Jóhann Lützen

(Árnafjørður) Er Tjóðveldi kanska partur av komandi samgonguni?

Samráðingarnar millum Fólkaflokkin og Sjálvstýri eru slitnaðar. Sambandsflokkurin við Karl Johansen er nú komin til Árnafjørð at samráðast. Men er møguleiki fyri, at Tjóðveldi eisini verður við, so at øll núverandi andstøða verður í samgongu? Í øllum førum fór Annika S. Biskopstøð, ið bleiv vald fyri Tjóðveldi, inn í róðrarneystið í Árnafirði júst nú.

–  Eg fari bara inn at hyggja, segði hon við Norðlýsið í stuttari viðmerking.

 

Norðlýsið er í Árnafirði og fylgir politisku støðuni, har tað enn ikki er komið á mál at skipa samgongu. Í løtuni bendur mest á eina samgongu millum Fólkaflokkin og Sambandflokkin við Karl Johansen sum borgarstjóra.