Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Anru 8000 pund

Oliver Joensen

Fyri løtu síðani fingu vit tonna á Gundur Sørensen, skipara á Anru. Gundur sigur, at teir hava 8.000 pund í dag á 35 stampum. Í gjár 6.800 pund á 26 stampum. Vit avreiða til Fofish til fastan prís og eru sera væl nøgdir, sigur Gundur nú vit spyrja hann um fiskaprísin. Prísurin á hýsu er nógv fallin í seinastuni. Ímillum jóla og nýggjárs plagar prísurin at fara upp aftur, men sigur Gundur, tá eru einir tveir dagar um tað vera at viðra tá og um tað passar við flutningi til enska marknaðin, so har skal nógv rigga saman, skal tað eydnast at fáa nakað burturúr tí.