Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Apríl 2025 – lýggjur og turrur

Hanus Kjølbro

Hvussu royndist apríl 2025 til veður her í Føroyum? Soleiðis sum há- og lágtrýst tóku seg upp og fluttu seg um okkara leiðir, gjørdist mánaðurin nakað væl lýggjari enn vanligt tey seinastu 30 árini, og turrur. Einki illveður var við stormi ella ódn.

Fyrstu 1½ vikuna í apríl, gott og væl (til 11. apríl), lá eitt hátrýst yvir Norðuratlatshavinum og Norðurevropa. Hetta hevði við sær gott veður um okkara leiðir við lítlum vindi og nógvum løtum við sól ella sólglottum.

Lágtrýst við vindi og regni gingu hetta tíðarskeiðið norðureftir yvir Grønlandi og Grønlandsfjørðinum – ella tey fóru suðurum hátrýstið og endaðu yvir havinum vestan fyri Iberisku hálvoynna. Tey komu ikki til okkara.

At eitt hátrýst lá yvir okkara leiðum í 1½ viku ella so, sást á barometrinum. Tað hægsta barometur okkara í Havn vísti, var 1029,6 hPa; tað lægsta var 1004,8 hPa. (hetta er reduserað lufttrýst – t.e. niðri við havflatuna). Luftrýstið var í miðal 1021,4 hPa í Havn.

Í Føroyum var næstan einki avfall hesar 10-11 dagarnar. Fyrrapartin 1. apríl var ælaveður eina løtu í Havn, og har fullu 1,6 mm av regni. So regnaði ikki aftur har fyrr enn seinnapartin 10. apríl. Veðrið aðrastaðni í Føroyum enn í Havn var nakað tað sama. 

Taka vit hitalagið í Havn hesar somu dagarnar, so var mesta máldi hiti 12,9 stig (1. apríl) og minst máldi hiti 0,8 stig (3. apríl). Fyri tað mesta var hitalagið millum 5 og 9 stig. Miðalhitin var 7,3 stig.

 

Millum 11. og 18. apríl – í eina góða viku ella so – viknaði hátrýstið yvir Norðuratlantshavinum, og fó at ganga suðureftir. Hetta gav pláss til lágtrýstini, at tey komu nærri Føroyum. Veðrið gjørdist meira skiftandi við gráum lofti og avfalli, tá ið brúgvaløg fóru framvið. Millum lágtrýst og brúgvaløg vóru løtur við bláum lofti og sóglottum.

Barometrið var ikki líka støðugt hetta tíðarskeiðið. Framvegis høgt viðhvørt, men tá ið lágtrýst vóru nær, kundi tað fella nakað. Størsta trýstið var 1023,0 hPa ; tað minsta var 986,9 hPa. Miðallufttrýstið var 1002,4 hPa.

Tað regnaði flestar dagar, men ikki hvønn dag. Regnmátarin í Havn máldi íalt 15,6 mm av regni frá 11. til og við 18. apríl.

Hitalagið í Havn lá fyri tað mesta millum 5 og 10 stig. Ta einu náttina (16. apríl) niður í 3 stig. Mesti hitin var 11,6 stig. Miðalhitin var 6,1 stig.

 

19. apríl mentist eitt hátrýst aftur norðan fyri Føroyar. Tað var liggjandi restina av mánaðinum. Lágtrýstini vestan úr havi gingu ímóti Føroyum sunnanfyri hetta hátrýstið – við hvørt nakað væl sunnan fyri Føroyar, men okkurt kom tó nær.

Seinastu 10-11 dagarnar í apríl var veðrið støðugt. Fyri tað mesta við einum køldum loti av landnyrðingi, tó okkurt skifti órógvað av skiftandi ættum og onkrum brúgvalagi vestaneftir, sum kom framvið.

Samlaða avfallið í Havn seinasta triðingin av apríl var 14 mm av regni, miðalhitin var 7,4 stig og miðallufttrýstið 1017,4 hPa.   

 

Taka vit miðaltølini fyri allan mánaðin, so var miðalhitin 7,0 stig – mesti og minsti hiti vóru 12,9 og 0,8 stig, ávikavist. Miðalhitin í apríl í Havn tey seinastu 30 árini hevur verið 5,4 stig, so hetta hevur verið nakað væl lýggjari enn miðal.  

Tað regnaði 31,2 mm í Havn allan apríl mánað. Tað hevur regnað í miðal 92,4 mm tey seinastu 30 árini. Ein ógvuliga turrur mánaður, júst sum í 2019. Tá regnaði eisini 31,2 mm. Vátasti apríl síðan 1873 var í 1946. Tá komu 239 mm niður. Turrasti apríl síðan 1873 var í 2012. 0 (null) mm.