Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arbeiða framvegis við eini breiðari semju

John William Joensen

Kl. 10 verður triðja og seinasta viðgerð í løgtinginum av fiskidøgunum og sum skilst er framvegis samband millum andstøðuna og samgonguna um at finna eina semju.

Kl. 10 verður triðja og seinasta viðgerð í løgtinginum av fiskidøgunum og sum skilst er framvegis samband millum andstøðuna og samgonguna um at finna eina semju.

Skerjingin í fiskidøgunum, sum samgongan samtykti í gjár var umleið 30%, men sum skilst er møguleiki fyri at skerjingin verður munandi minni og ”buffarin” verður avmarkaður.

Eisini er ætlanin at broyta lógina soleiðis at skip, sum hava roynt á fjarleiðum ikki verða rakt so hart. Tað ljóðar at um semja verður gjørd við andstøðuna ella partar av andsstøðuni, verður skerjingin minni enn 10%.

Harleyfacadeacryl