Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arbeiða leingi á Kósini ólavsøkudag

Jákup Ósá

Arbeiðsfólkið á Kósini skal møta kl. 07.00 til langan arbeiðsdag ólavsøkudag.

Fríðin Ziskason, virkisleiðari á Kósini, sigur við Norðlýsið, at nógv fiskur er á Kósini og at talan í Klaksvík er um vanligan arbeiðsdag.

– Tey sum ynsktu at fáa frí fingu frí. Men tað var eingin trupulleiki at fáa fólk og ólavsøkudagur er heldur ikki frídagur hjá Klaksvíkar Arbeiðarafelag. So vit fara væntandi at arbeiða frá kl. 07 til kl. 18.00 í morgin. Eisini koma Heykur og Falkur at landa, sigur Fríðin Ziskason við Norðlýsið.