Partur av ovara Vágsbøi, sum eisini verður róptur Akursmørk, verður í framtíðini ein grøn og vøkur lund mitt í býnum.
Fyrstu fløgini eru grivin omanav bønum, sum í komandi tíðum verður eirr rúmligt grønt fríøki mitt í býarhjartanum.
Í fyrsta umfari er talan um jørðarbeiði og at leggja ein part av Ósánni um. Kanjon stendur fyri hesum arbeiðnum, meðan býargartnarin fer at taka sær av grøna partinum, herundir at planta trø og runnar, seinni í summar.
Lundin fer í fyrstu atløgu at fevna um á leið triðingin av ovara Vágsbøi, og talan er um tann partin av Akursmørk, sum er nærmast Sparikassanum. Lundin er partur av skipanaruppskotinum fyri nýggja miðbýin, sum Ósbjørn Jacobsen hevur teknað, og við tíðini er ætlanin at víðka um lundina, so hon kann fevna um ein størri part av Akursmørk.






