Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Arbeiðsmarknaðurin og tillaga starv

Jann Johannesen

Arbeiðsmarknaðurin hevur stóran tørv á arbeiðasmegi og arbeiðsloysi er met lagt, fara vit at keypa brennievni á bilin, tosa vit mangan annað mál enn  føroykst, og vit síggja tað eisini í øðrum vinnugreinum, fleiri av hesum eru komin gjørnum fast truck skipanina, tað er sera gott, vit høvdu  veri illa stødd uttan hesi.

Tað er at gleðast um, at tað er arbeiði til allar hendur, á tann hátt eru vit betur fyri enn flest allar tjóðir vit vanliga samanbera okkum við.
 
Men hóast hettar er tað ein bólkur av borgarum sum ikki er á arbeiðsmarknaðinum, men sum í mongum førum kundi fari til arbeiðis í morgin, um tað stó upp til tey, nógv høvdu klára ein fullan arbeiðsdag, onnur parttíð, tað eru tey sum hava tørv  á tillagaðum starvi.
 
Tað vælveru, nøgdsemi, sjálvsálit og innihald tað gevur at hava eitt starv,  og tað sjálvfylgju vit taka tað fyri, er ikki galdandi fyri øll í samfelagnum.
 
Virki og stovnar sum hava eitt rúmligt arbeiðspláss hava rós uppiborði, vit eiga at heita á enn fleiri virki at hava pláss fyri fólki sum hava tørv á tillagaðum starvi.
 
Skipanin innan Almanaverkið er stirvin, at gera smidligar loysnir innan øki er nakað vit fara at virka fyri.
 
Jann Johannesen
Valevni hjá Miðflokkinum

Harleywoodpaint