Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Arbeiðsmøguleikar í Noregi

Jóhann Lützen

Tørvurin á kavarum við hóskandi vinnubrøvum er alsamt vaksandi í Noregi, eins og hann er í Føroyum

 

Kavarar ið hava arbeiðsloyvi frá føroyska Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, hava møguleika at arbeiða í Noregi. Í longri tíð hava Norskir mynduleikar viðurkent føroysk vinnubrøv og kavaraprógv. Kavarar við føroyskum vinnuloyvum starvast til dømis hjá norsku sjóbjargingartænastuni. Tørvurin á kavarum við hóskandi vinnubrøvum er alsamt vaksandi í Noregi, eins og hann er í Føroyum.

Fyrr í vikuni lýsti norska kavarafyritøkan SubseaPartner, úr Haugesund, eftir kavarum bæði til teirra kavaratoymir innshore og offshore. Tað er einki at ivast í, at føroyskir vinnukavarar kunnu bjóða seg fram hjá norsku kavarafyritøkuni, hava teir hóskandi vinnubrøv.