Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Aria ger comeback

Tíðindaskriv

Klaksvíksbólkurin Aria spælir á ársins Summar Festivali

Fyri fyrstu ferð nakrantíð sleppa fólk at uppliva bólkin Aria á Summar Festivalinum.

Klaksvíksbólkurin var seinna partin av nítiárunum millum landsins best umtóktu bólkar. Teir spældu nógv kring landið og vóru mettir sum sera góður live-bólkur. Aria var eisini við í Prix Føroyum og endaði millum fremstu bólkarnar í finaluni í Norðurlandahúsinum.

Aria gav eina fløgu út, After These Messages, og teir vóru nógv at hoyra við sangum sum Rooftop, Shadow of a Doubt, French Leave og Analja.

Sangari í bólkinum er Jógvan Hansen, sum síðani hevur fingið yrkisleið sum tónleikari í Íslandi. Nú savnast tónleikararnir í Aria aftur til eina serliga framførslu á Summar Festivalinum í august.

Harleywoodpaint