Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Armenia er tema á Holocaustdegnum í ár

Tíðindaskriv

Á Holocaustdegnum 27. januar 2022 fer Nám at varpa ljós á landið Armenia og tað fólkadráp, sum Ottomanska Ríkið setti í verk har í landinum í 1915. Hetta er fyrsta fólkadráp í 20. øld.

Tvøroyrar skúli er lokalur vertur fyri tiltakinum, sum fer at bjóða øllum skúlum og áhugaðum vælkomnum, eins og gjørt varð í fjør úr Skúlanum við Streymin, tá evnið var Bosnia.

Pallur fyri tiltakinum í ár er mentanarhúsið Salt, haðani stroymt verður.

Uppgávur eru gjørdar á holocaust temasíðuni hjá Nám.

Temasíðan sæst her: https://snar.fo/holocaust#c221118

Støðið verður millum annað tikið í frásøgn frá armenska Serj Tankian, ið er sangari í heavy rock bólkinum System of a Down. Hann hevur lovað armenska abbanum, aldri at gloyma tað fólkadráp, sum núverandi Turkaland setti í verk móti armenska fólkinum. Báðar ommurnar og báðir abbarnir hjá Serj vóru yvirlivarar.

Ólavur í Geil, sum samskipar tiltakið, tosar við armenska sangaran.

Vit hoyra ein armenskan journalist siga frá um støðuna í Nútíðararmenia, og á temasíðuni eru eisini uppgávur, sum Sámal Matras Kristiansen hevur gjørt um landið í dag.

Prát er eisini við Tóru Petersen, sum greiðir frá, hvørjir sálarfrøðiligar faktorar gera seg galdandi, tá vit skulu finna syndabukkar í eini roynd at skilja millum okkum og hini.

Øll kunnu fygja við, tá Holocaustdagurin verður hildin fyri skúlanæmingum í Salti hósdagin kl 10:00-11:30.

Her er opna temasíðan hjá Námi við tilfari um Holocaustdagin: https://snar.fo/holocaust#c221118

Harleywoodpaint