EB/Streymur hevur leikaran, ið oftast skorar móti KÍ.
Nógv bendur á, at Arnbjørn T. Hansen úr EB/Streymi er tann leikarin í føroyskum fótbólti, sum oftast hevur skorað ímóti KÍ. Hann hevur skorað 20 mál móti KÍ í landskappingini.
So nógv mál hevur eingin leikari skorað ímóti KÍ av teimum, ið vit hava kannað á FaroeSoccer og tað eru allir leikarar, ið hava skorað 100 mál ella fleiri í bestu deildini. Næstur á listanum eru Jákup á Borg, Fróði Benjaminsen og Uni Arge.
Skorað flest mál móti KÍ:
1. Arnbjørn T. Hansen 20 mál
2. Jákup á Borg 17 mál
3. Uni Arge 16 mál
4. Fróði Benjaminsen 16 mál
Sunnudagin skuldi Arnbjørn av røttum roynt at hækka hetta, tá hann og EB/Streymur vitja í Klaksvík. Men Arnbjørn hevur verið nógv skaðaplágaður seinnu árini og hann verður ikki við sunnudagin vegna skaða. Tó er møguleiki fyri, at hann skjótt verður aftur at síggja á vøllinum, frætta vit av Eiði.


