Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Árnfirðingur er við í ár

Jákup Ósá

(Úr Norðlýsinum) Talan er um eina manning, har nógvir rógva fyri fyrstu ferð.

8-mannafarið Árnfirðingur hevur eina stolta søgu, ið tó liggur langt afturi í tíðini. Í hesi øldini hevur tann grøni okkurt árið gjørt um seg og í 2018 vann Árnfirðingur ein róður fyri fyrstu ferð í 50 ár.

Í ár er Árnfirðingur við aftur. Tríggir av manningini hava trý-fýra áraroyndir frá kappróðri, meðan hinir fimm rógva fyri fyrstu ferð í ár. Í ódnartøkum hevði Árnfirðingur tað torført, men so er spurningurin, hvussu tað fer at roynast á 1000 metrum hjá 8-mannaførum, har nógvir bátar eru við í ár.