Við tveimum málum í kvøld hevur Árni Frederiksberg skorað seks mál í ársins Champions League kapping og hann er nú einsamallur toppskjútti í størstu kappingini í Evropa.
Undan kappingarárinum í ár hevði Árni ongantíð skorað í altjóða fótbólti. Men í summar hevur hann av sonnum fingið gongd á málskjótingina. Málini í hvøld vóru nummar fimm og seks í Champions League í summar og tað ger hann til einsamallan toppskjútta í hesari kappingini, ið er størsta fótbóltskappingin, í Evropa.



