Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Árni Frederiksberg hevur fingið eina flúgvandi byrjan í KÍ

Jákup Ósá

Tvey upplegg í dagsins dysti móti barndómsfelagnum hava sent nýggja leikaran hjá KÍ ovast á listan fyri málstig eftir tvey umfør.

Í fyrra málinum var gott nokk nógv eftir at gera hjá Jákupi B. Andreasen, men framvegis telir tað sum upplegg hjá Árna, sum átti avleveringina til flotta málið hjá KÍ-liðskiparanum. Tá KÍ ”drap” dystin til 2-0, so var tað Árni, ið fekk brotssparkið. 

Sostatt fekk nr. 7 lagt tvey upplegg afturat sínum uppleggum, sum nú eru fýra tilsamans. Fýra málstig (mál+upplegg) til Árna fyri fyrstu tvey umførini og so nógv málstig hevur eingin annar eftir tvey umfør.