Árni Frederiksberg var aftur í kvøld ein av undangongumonnunum, tá KÍ avrikaði væl í 2-2 javnleiki móti HJK Helsinki, har KÍ spældi í undirtali meir enn ein hálvleik. Árni heldur, at tað KÍ skal ikki vísa HJK Helsinki ov stóra virðing, tí KÍ er fult á hædd við hetta liðið. – Eg ætli mær víðari, er greiði boðskapurin undan avgerandi dystinum í Helsinki um eina viku. Sí samrøðu niðanfyri.


