Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Arni: – Hendan samgongan hevur óendaliga tungt við at brúka pengar uttanfyri miðøkið

Jóhann Lützen

Vit í Fámjin eru ógvuliga skuffaði av sitandi samgongu. Okkum bleiv lovað, úr hægsta stað í samgonguni, ein tunnil til Fámjins. Samgongan vil heldur leggja frá sær, enn at gera okkum ein tunnil, sigur ein vónsvikin Arni Nielsen úr Famijin

Arni Nielsen býr í Famijin og hevur fylgt væl við verkætlanini Famijinstunnilin. Arni er til dagligt skrivari í Famijins kommunu. 

– Vit í Fámjin eru ógvuliga skuffaði av sitandi samgongu. Tað byrjaði annars so væl; tað einu løtuna var vælviljin so stórur, at vit bæði skuldu bæði fáa ein tunnil frá Tunnilstoyminum og ein saman við Hvalbiartunnlinum. Hvat síðan er hent, og ikki, eru ymiskar søgur um, men tað stendur fast, at okkum bleiv lovað, úr hægsta stað í samgonguni, ein tunnil til Fámjins, sum skjótast, sigur Arni 

– Tá ið málið so byrjaði at gruggast, og Dalstunnilin møguliga skuldi frammum, bleiv lovað, aftur úr høgum stað í samgonguni, at vit skuldu fáa eina loysn, ið ikki var verri fyri okkum. Møguleikin at halda lyftið var so sanniliga eisini til staðar. Um tað bleiv sett á at bora, so skjótt alt var klárt, og arbeitt var í tveyskiftisvakt, so var skotið ígjøgnum til Fámjins, í summar. Maskinurnar kundu so fari til Dals, og byrjað til tíðina, ella fáar vikur seinkað, sigur Arni Nielsen

– Samgongan vildi bara ikki játta pengarnar, hóast talan er um minni upphædd enn eykajáttanin til Glasir, heldur Arni.

– Tað tykist sum hendan samgongan hevur óendaliga tungt við at brúka pengar, uttanfyri miðøkið. Tað sæst, ikki minst av, at samgongan einans ætlaði at játta 30 milliónir til Hvalbiartunnilin í 2019, sigur Arni. 

– Støðan hjá okkum í Fámjin er rættuliga vónleys í løtuni, nú samgongan heldur vil leggja frá sær, enn at gera okkum ein tunnil, sigur Arni

– Tó so, teir hava nakrar mánaðir enn, at vísa, at alt ikki bara vóru føgur orð. Vónandi kunnu tey gera okkurt munagott, so vit í Fámjin aftur kunnu trúgva uppá framtíðina, sigur Arni at enda við Norðlýsið