Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Arnstein lítur yvir staðin!

Tekst og myndir: Dávur Winther

Tað kemur meir enn so fyri, at Arnstein Niclasen støkkur inn á gólvið, tá ið hann er her norðuri, har vit fáa eitt gott prát um ymiskt á mentanarliga pallinum.

 

Er gingin ov long tíð, slær Arnstein uppá tráðin, og so stingst sama góða prátið upp.

14. august 2015 hittist skúlaflokkurin hjá Arnstein í Klaksvík til eitt 70 ára minni. Nakrir av floksfelugunum hjá Arnstein vóru: Fróði Lassen, Steinmund Klakkstein, Sjúrður Josephsen, Poll Niclasen og Líggjas í Bø, sum vit oftni snakka um.

Í dag vildi hann vísa mær eina mynd, sum sonur Jógvan Purkhús hevði málað. Arnstein hevði fyri aðru ferð í ár verið og vitjað í Íslandi.

Hann heldur nógv av Purkhús-ættini, sum dugur so væl at tekna og mála – Páll ikki minst við tí bleytara strokinum og Jógvan, sum hevur ein rættiliga neyvan og hvassa blýant – og nú sonurin eisini.

Málningurin eitur “Svanfriður” og er, sum sagt, málaður av Jakob Johannsson, (sí: Jacob Johannsson.is), ið er sonur Jógvan Purkhús. Her er enn ein sera gávuríkur listamaður og ættaður úr Beiti í Mikladali, leggur Arnstein afturat.

Sjálvandi endaðu vit báðir í Varpinum, sum hugtók Arnstein nógv. Hetta er fantastiskt, bleiv hann við at siga. Hetta húsið kann geva Norðurlandahúsinum ein “skarpan gang” á mentanar- og vinnuøkinum, helt Arntein sannførdur fyri.

Arnstein fegnaðist um, at heimstaður sín hevði fingið eina so virðiliga og prýðiliga borg at hýsa mentanar- og vinnuátøkum í.

Hetta hevur verið ein “mangulvøra” í langa tíð, helt hann glaður fyri og takkaði fyri skoðanina.