Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ársins Barnaheiður 2021

Jóhann Lützen

Í dag fingu Lilly Fríðudóttir, 7 ár, og Lydia Victoria Absalonsen, 8 ár, báðar av Viðareiði, heiðursbræv frá Reyða Krossi.

Ein góðveðursdag síðsta vár spældu tær úti, tá tær brádliga sóu, at 4 ára gamla systkinabarnið, Bjørk, sum var komin úr Danmark til Viðareiðis at ferðast, var dottin í ein djúpan hyl í ánni. Meðan Lilly rann inn eftir pápa sínum, helt Lydia Victoria høvdinum hjá Bjørk uppi, tí hon orkaði ikki at fáa hana upp úr ánni.

Ein hending, sum kundi havt endað ólukkuliga, endaði væl, tí at genturnar vóru so árvaknar.

Tveir 7 ára gamlir dreingir, Julian Niclasen og Dánjal Leo, fingu somuleiðis heiðursgávu fyri at hava ávarað um, at ein lastbilur, sum var á veg inn í Leirvíkstunnilin, koyrdi við krananum uppi. Teir fingu fatur á eigaranum, sum fekk steðgað føraranum. Lukkutíð varnaðust ungu dreingirnir hetta og fingu hindrað tí.

Ársins Barnaheiður er at heiðra børn, sum vísa umsorgan og hug til at hjálpa vinmonnum og vinkonum.

 

 

 

 

Harleyfacadeacryl