Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ársins dartkapping í Klaksvíkar Klubba

John William Joensen

Um nóg nógvir tekna seg verður stór dartkapping í Klaksvíkar Klubba leygardagin 9. apr.

Kappingin verður skipað sum vanligt í bólkum , har tveir teir bestu fara víðari í eina semifinalu og finalu.
Tað sum ger hetta til ársins kapping er, at vinnarin fær einn kekk uppá 5000,-
Tilmelding fer fram á tlf.: 755128 ella á telduposti: nrp@post.olivant.fo í seinasta lagið hóskvøldið kl. 22:00
Eftir kappingina verður dansur í klubbanum har Magni og Shaky spæla.
 
Fríggjakvøldið verður fimmari við ókeypis ábiti og kl. 19:00 verður sjavskapping
 
Øll eru vælkomin inn á gólvið at forvitnast.
 
Vinarligast
 
Klaksvíkar Klubbi