Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ársins jóladansur verður í kvøld

Tíðindaskriv

Niclas Heri, Signar og Danny spæla í Badmintonhøllini í Klaksvík.

Annað jólakvøld verður Ársins Jóladansur í Badmintonhøllini í Klaksvík. Tríggir av kendastu føroysku sangarunum fara at spæla saman við bólki.

Signar í Homrum fer at spæla sínar bestu sangir, Danny Baldursson fer at tríva í hittini hjá Danny & The Veetos, og Niclas Heri Jákupsson fer at framføra landaplágurnar hjá Dynamit. Tað fara at teir at gera saman við superbólki, sum er mannaður við Magna Husgaard, John Johansen, Henning Nicodemussen og Mikkjal Hvannastein.

Í áttati árunum og fyrst í níti árunum spældi Dynamit nógv kring landið, men so fór bóllkurin í dvala, til hann gjørdi comeback á Summar Festivalinum og hevur havt framúr framførslur har. Men tað er langt síðani seinastu dansiframførsluna hjá Niclas Hera.

– Eg havi ikki spælt til dans í Klaksvík í 25 ár, men nú skal tað verða. Eg kundi ikki siga nei til at fara á pallin við einum superbólki og at sleppa at spæla saman við Signar og Danny, sigur Niclas Heri.

Hann fer at syngja sangir sum »Pápi tín býr ei í Tórshavn«, »Grøv nummar 13«, »Hví gongur Tom altíð skid«, »Á, lat meg vera« og »Bangin«.

Ársins Jóladansur verður í Badmintonhøllini í Klaksvík annað jólakvøld frá kl. 00.00-04.00. Forsøla er í Kiosk 700 og á heimasíðuni atgongumerki.fo til kl 21:00 í kvøld. Atgongumerki fáast eisini við dyrnar. Team Klaksvík skipar fyri.