Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Árskiftið av Rygsvegi í Klaksvík

Oliver Joensen

Einaferð enn fara vit á Norðlýsinum at ynskja tykkum øllum, nær sum fjar, alt gott í komandi ári. Í Klaksvík fer ársskiftið ikki stillisliga aftur við borðinum. Her fæst sjón fyri søgn. Fram ímóti miðnátt í gjárkvøldið hættaði veðrið sær einki serligt. Heilt til klokkan var farin væl fram um 22, var sera lítið at síggja til fýrverk.

Sjálvur var eg farin at óttast fyri, at lítið fór at síggjast til fýrverk á miðnátt. Men so bleiv ikki. Tá klokkan var farin um hálvan tíma til miðnátt, bleiv ein skái í veðrinum – og tað byrjaði at lýsa og bresta uttanfyri. Vit bæði “gomlu” høvdu sett okkum fyri, at í ár skuldu vit seta okkum upp í ovasta og norðasta rúmið í húsum okkara at hyggja at fýrverki. – Hetta bleiv ein hugnalig løta har býurin bleiv eitt tað festligasta eg havi sæð á nýggjárunum eg havi livað. Sjálvt ikki vánaligu veðurforsagnirnar hildu okkum aftur í at fagnað nýggja árinum og takka fyri tað gamla. – Takk fyri tit øll, ið eina løtu steðgaðu á og gjørdu árskiftið so ómetaliga vakurt. Oyðsl? – Nei, fagnaður og samanhald!

 

 

Nýggjársaftan from Norðlýsið on Vimeo.