21. januar varð kunnað um, at asfaltsarbeiði á Nólsoyar Pálsgøtu fór í gongd 24. januar og eftir ætlan skuldi vera liðugt 3. februar. Februar er um at vera runnin og enn er asfaltsarbeiðið ikki liðugt. Orsøkin er bæði nógvi kavin og ringa veðrið, sum hevur seinkað arbeiðinum.
Fleiri undrast óiva á, at Klaksvíkar kommunan fer undir asfaltsarbeiði á vetrartíð, tá slíkar seinkingar sjálvsagt kunnu koma fyri. Frágreiðingin er, at tekniska nevnd á hvørjum ári ger eina ætlan fyri, hvørjir vegir skulu hava nýtt asfalt í árinum.
Í 2021 hendi tó tað óhepna, at bert helmingurin av samtyka arbeiðinum bleiv framt. Tí hevur kommunan heitt á arbeiðstakaran, um at byrja asfalteringina fyrr í árinum, soleiðis at alt tað samtykta asfaltsarbeiðið í 2021 og 2022 vónandi kann verða framt í ár.
Kommunan hevur áður asfalterað vetrarmánaðirnar, men í ár gekk tað tíverri ikki soleiðis, sum vónað varð. Tá ein skái verður, so kann asfaltsarbeiðið í Nólsoyar Pálsgøtu fremjast innan tvey døgn. Kommunan vónar, at veðurumstøðurnar fara at loyva hesum innan fáar dagar.
Í 2021 var avsetingin til asfaltering 3,6 mió. kr. og í 2022 er avsett 4,9 mió. kr.



